22.04.2024
Stongt 25. og 26. Apríl 2024
30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
13. mai 2020

Ikki neyðugt við tilmelding til Lítlafløtt

Frá mánadegnum 18. mai verður ikki neyðugt við tilmelding til Lítlafløtt.

Tær seinastu vikurnar hevur verið neyðugt at skriva børnini upp til ansing fyri komandi vikuna, men frá næstu viku verður hetta broytt.

Vit fara tó framhaldandi at halda okkum til tilráðingarnar frá mynduleikunum um, at foreldur ikki skulu koma inn á stovnin, men koma við og eftir barninum við hurðina til stovuna, sum barnið hoyrir til.

Dagsgjaldið, sum varð ásett til tilmeldingina, verður tí eisini tikið av, og goldið verður sum vanligt fyri barnaansing á Lítlafløtti.

Vit fara framhaldandi at halda okkum til tilráðingar um, at skipanin á stovunum verður, at hesar hava so lítið samband við aðrar stovur sum gjørligt og at starvsfólk í minst møguligan mun skifta millum stovur.

Hevur barnið sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skal tað ikki koma á stovnin.

2. útgáva av vegleiðingini um varliga upplating á dagstovnum v.m. kann lesast her.