Um okkum

Upplatingartíðir:

Lítlifløttur hevur opið frá kl. 7.30 – 17.

Er tørvur á at hava opið frá kl. 7 ella til kl 18, skal boðast frá hjá leiðarnum, í seinasta lagið dagin fyri.

Hálv tíð er frá kl. 7.30 til kl. 12.30 ella fullan dag aðruhvørja viku.

Vit ynskja at barnið er á stovninum áðrenn kl. 9.30 um ikki annað er avtalað, so arbeiðið kann verða lagt til rættis. Tó koma børnini í frítíðarstovuni eftir lokna skúlatíð.