Barnasjúkur

Barnasjúkur

Barnaormur

Tá talan er um barnaorm, eigur ein at seta seg í samband við lækna. Vanliga verður øll familjan sett í viðgerð. Teknini eru skriði í endatarmsopinum; serliga illa skriðar tað um kvøldið og um náttina.

Ormurin er 4 – 12 mm langur, hvítur, klænur sum seymitráður og sæst í skarninum. Barnið kann koma á stovnin tá tað er fari í viðgerð.

Barnasár

Barnasár er ein tann mest smittandi sjúkan á stovnum. Sjúkan vísir seg oftast sum sár í andlitinum, men eisini í hárbotninum og á hondunum, og hon kann vísa seg á øllum kroppinum. Sjúkan byrjar við einum lítlum, reyðum bletti; og tað skriðar.

Tilgerðartíðin, frá barnið er smittað, til sjúkan vísir seg, er 1 – 3 samdøgur.

Sárini smitta, frá tí tey byrja at væta, til tey eru upptornað, og skorpurnar detta av.

Barnasár skal viðgerast av lækna.

Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn sárini eru lekt og skorpurnar dotnar av.

Bruni í eygunum

Oftast smittar eygnabruni ikki, men tá talan er um bruna, har barnið hevur fepur, eyguni eru reyð,  eygnalokini hovin og væta rennur úr eygunum, smittar tað rættiliga illa og skal viðgerast. Setið tykkum tá í samband við lækna.

Tilgerðartíðin er vanliga 1 – 3 samdøgur.

Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn tað hevur verið í viðgerð í 1 samdøgur.

Bruni í hálsinum

Bruni í hálsinum sæst oftast hjá børnum í 2 – 6 ára aldri. Barnið fær ilt í hálsin, tá tað svølgir, barnið kann sleva meir enn vanligt og hevur fepur. Eitlarnir følast eymir og hovnir. Oftast er bruni í hálsinum eitt virus og skal ikki viðgerðast, men tá talan er um bruna, sum skal viðgerðast,  kann barnið í fyrsta lagi koma á stovn, tá tað hevur verið undir viðgerð í 2 dagar og ikki hevur fepur.

Bruni í munninum

Bruni í munninum er eitt virus, sum byrjar við fepri. Tá nakrir dagar eru farnir, koma bløðrur í munninum. Seinni koma grá-gular bløðrur rundan um varrarnar.

Barnið hevur ringt við at eta og drekka. Aftan á 10 – 14 dagar fara bløðrurnar burtur av sær sjálvum.

Barnið skal vera heima, til fepurin er burtur, og tað kann eta vanligan mat og annars hevur tað gott.

Fimta barnasjúkan

Hetta er ein mild, fepurfrí sjúka, sum minnir um influensu. Hon vísir seg við, at barnið fær ein ógvusliga reyðan lit á kjálkarnar. Dagarnar eftir fer útbrotið um allan kroppin.

Tilgerðartíðin er 1 – 3 vikur.

Smittuvandi er fáar dagar, áðrenn útbrotið vísir seg, og er av, tá ið barnið er útbrotið.

Heilivágur á stovninum

Vanliga geva vit ikki børnunum heilivág á stovninum, uttan so at tað er lívsneyðugt, ella tá talan er um eina varandi sjúku.

Hond-, fót- og munnsjúka

Hetta er ein mild, stutt sjúka. Sjúkan kann byrja við, at barnið er illa til passar og hevur eitt sindur av fepri. Oftast vísir sjúkan seg við m.a stórum blettum, sum gerast til bløðrur, oftast inni í lógvunum og undir ilini.

Tilgerðartíðin er 3 – 8 dagar

Barnið kann vera á stovninum, tá tað er frískt og orkar at vera á stovni.

Influensa

Influensa sæst oftast í vetrarhálvuni og byrjar við høgum fepri, høvuðpínu, pínu í vøddunum og ofta fylgja vanlig forkølilsis eyðkennir við.

Tilgerðartíðin er 1-4 dagar

Barnið kann vera á stovninum, tá tað er frískt og orkar at vera á stovni.

 

Kikhosti

Kikhosti byrjar við vanligum krími og irriterandi hosta, ið so við og við mennist til ríðir av kikhosta. Hostaríðirnar versna tær komandi 1 – 2 vikurnar og vikna aftur eftir 2 – 4 vikur, møguliga longri.

Hostaríðirnar kunnu virka ógvusligar og ræðandi, og barnið kann blíva bláreytt í andlitinum og spýr kanska.

Tilgerðartíðin kann vera millum 6 og 20  dagar.

Smittuvandi er, frá krímið byrjar til 5 – 7 dagar eftir byrjaða viðgerð.

Børn, sum hava kikhosta uttan at virka sjúk, kunnu koma á stovnin, hóast ein lítil smittuvandi er, hetta skyldast at flest børn eru koppsett móti kikhosta.

Krím

Vanligt krím vísir seg m.a. við, at barnið snorar, nýsur, tárar, hevur irritatión í svølgi og nøs, ilt í hálsinum og kuldaskjálvta. Smábørn hava ofta fepur.

Tilgerðartíðin er vanliga millum 12 og 72 tímar, men kann vera millum 1 og 7 dagar.

Børn, sum hava krím og snora illa, eiga at vera heima, til barnið følir seg frískt og ikki hevur tørv á serligari ansing.

Leyst lív og spýggja

Við “leyst lív” meinast, at tað rennur úr barninum nógvar ferðir um dagin. Leyst lív og spýggja hava ofta við sær pínu í búkinum og fepur.

Leyst lív og spýggja smitta illa. Fyri at minka um smittuvandan skulu foreldur og onnur altíð vaska sær um hendurnar, tá ið tey hava verið um barnið. Minst til at geva barninum nógva vætu, gjarna við eitt sindur av salti og sukri í.

Barnið skal vera heima, til fepurin er burtur, og tað ikki longur hevur leyst lív.

Lús

Lús smittar illa og skal viðgerast beinanvegin. Tú kanst keypa ymiskt til viðgerð av lúsum á apoteki, ella tú kanst kemba við tættkambi.

Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn viðgerðin er byrjað.

Foreldur hava ábyrgd av at kanna børn síni og tryggja sær, at tey ikki hava lús.

Millumoyrabruni

Millumoyrabruni vísir seg oftast við fepri og pínu í oyrunum; eisini kann tað renna úr oyranum. Barnið eigur at verða kannað av lækna. Barnið skal vera heima, til tað ikki hevur tørv á serligari umsorgan og røkt.

Nær kann barnið vera á stovninum

Høvuðsreglan er, at sjúk børn ikki kunnu vera á stovni. Børn, sum hava smittandi sjúkur, kunnu ikki koma á stovn, fyrr enn smittuvandin er av. Barnið skal vera frískt og skal kunna vera við í øllum vanligum virksemi uttan at hava tørv á serligari ansing.

Um starvsfólk á stovninum eru í iva um, um eitt barn smittar, kunnu tey biðja foreldrini um eina meting frá kommunulæknanum. Um læknin heldur, at barnið ikki er smittuberi, kann barnið koma á stovn, um tað annars er frískt og orkar at vera á stovni. Hetta ber eisini í sær, at barnið tolir at vera úti og m.a. blíva vátt.

Skarlaksfepur

Skarlaksfepur hevur við sær hálsbruna, fepur og “hindberjatungu” . Børn, sum hava skarlaksfepur, skulu vera heima, til tey eru frísk og ikki longur kunnu smitta onnur.

Tilgerðartíðin er 1 – 3 samdøgur.

Smittuvandi er, frá at barnið er smittað, til barnið hevur fingið pensilin í 2 fullar dagar.

Skáldkoppar

Skáldkoppar er ein ógvuliga smittandi barnasjúka, sum ein bert fær eina ferð í lívinum.

Skáldkoppar vísa seg við, at barnið fær fepur og útbrot við bløðrum, sum seinni torna til skorpur.

Tilgerðartíðin er 2 – 3 vikur.

Smittuvandi er frá 3 døgum undan, at barnið er útbrotið, til 5 dagar eftir, at útbrotið er komið, ella til eingin nýggj bløðra er komin í 2 dagar, og til bløðrurnar eru tornaðar.

Tá ið barnið verður bitið

At børn verða bitin av kettu, hundi ella menniskja er ikki so sjáldsamt, og vandin fyri, at bruni kemur í sárið, er stórur. Serliga eru tað bit í hondina ella djúp bit, har ein eigur at seta seg í samband við lækna beinanvegin. Onnur sár av biti skulu vaskast væl við sápu.

Um barnið verður sjúkt á stovninum

Um barnið verður sjúkt, meðan tað er á stovni, skulu starvsfólk seta seg í samband við foreldrini, so barnið verður heintað.

Ússalig/ur uttan fepur

Børn kunnu verað ússalig, uttan at tey hava fepur. Vísir tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima, til tað følir seg væl til passar og orkar at vera við í tí virksemi, sum er á stovninum.