Sorgarætlan
Sorgarætlan
Um barn doyr av sjúku, ella brádliga, heima
Nú
- Leiðarin setir seg í samband við heimi um tilburðin.
- Øll starvsfólk verða kunnaði.
- Kunna børn og foreldur.
- Bjóða hjálp í samband við jarðarferð o.a.
- Merkið fer í hálva stong.
Teir næstu dagarnar
- Starvsfólkið gevur sær stundir til at svara spurningum og taka sær av reaktiónum hjá børnunum.
- Senda krans.
- Stovnurin stongir tá ið jarðarferðin er.
- Merkið fer í hálva stong.
Komandi tíðina
- Starvsfólk og leiðari møtast eftir tørvi at tosa um støðuna
- Verða tilvita um at hetta ávirkar hini børnini á stovuni og taka okkum av tí eftir tørvi.
- Hava fund um støðuna javnan.
Um barn doyr á stovninum
Nú
- Ringja 112
- Kunnað leiðsluna beinanvegin.
- Leiðarin kontaktar foreldrini hjá barninum.
- Kunnað hini foreldrini og børnini um hendingina.
- Biðja foreldur sum eiga børn á stovninum, um at koma eftir teimum.
- Kreppuhjálp skal veitast, starvsfólki og børnum.
Teir næstu dagarnar
- Innkalla til foreldrafund
- Starvsfólkið gevur sær stundir til at svara spurningum og taka sær av reaktiónum hjá børnunum.
- Bjóða hjálp í samband við jarðarferð o.a.
- Senda krans
- Stovnurin stongir tá ið jarðarferðin er.
- Merkið fer í hálva stong.
- Kreppuhjálp verður veitt.
- Leiðslan hevur samband við heimið.
Komandi tíðina
- Starvsfólk og leiðari møtast eftir tørvi at tosa um støðuna
- Verða tilvita um at hetta ávirkar hini børnini á stovuni og taka okkum av tí eftir tørvi.
- Hava fund um støðuna javnan.
Um eitt starvsfólk doyr
Nú
- Leiðslan setir seg í samband við familjuna.
- Leiðslan kunnar familjuna um okkara mannagongdir.
- Leiðslan kunnar hini starvsfólkini um støðuna.
- Starvsfólkini á stovuni kunna børn og foreldur.
- Fáa tilboð um kreppuhjálp.
Teir næstu dagarnar
- Leiðsla og starvsfólk bjóða okkara hjálp í samband við jarðarferð/ervi.
- Senda krans.
- Stovnurin er. stongdur tá ið jarðarferðin er.
Komandi tíðina
- Tosa við børnini um tann deyða.
- Tosa um støðuna, hvussu gongur o.a.
- Minnast 1-ára dagin við at senda blómur til heimið.
Tá ið álvarslig sjúka rakar eitt barn
Nú
- Leiðsla/ kontaktfólk tosar við heimið.
Teir Næstu dagarnar
- Kunning til foreldrini hjá hinum børnunum.
- Tosa við børnini á stovuni, sum barnið gongur á.
Komandi tíðina
- Stovan heldur samband við heimið og barnið.
Tá ið álvarslig sjúka rakar eitt av starvsfólkunum
Nú
- Leiðarin tosar við viðkomandi starvsfólk.
- Leiðarin kunnar hini starvsfólkini.
Teir næstu dagarnar
- Tosa við børnini á stovuni sum starvsfólkið arbeiðir á.
- Kunning til foreldrini hjá teimum børnum, sum eru knýtt at stovuni.
Komandi tíðina
- Leiðarin hevur ábyrgdina av at sambandið við viðkomandi verður hildið við líka.
Tá ið álvarslig sjúka rakar foreldur ella systkin
Nú
- Leiðsla/kontaktfólk tosar við heimið og kunnar seg um støðuna.
Teir næstu dagarnar
- Leiðarin bjóðar hjálp frá stovninum.
Komandi tíðina
- Starvsfólkini eru serliga uppmerksom yvir fyri viðkomandi barni.
Um foreldur/verjar hjá einum barni ið gongur á stovninum doyr
Nú
- Leiðslan kunnar hini starvsfólkini.
- Leiðarin og kontaktfólki fara heim at vitja og bjóða okkara hjálp, og fortelja teimum um okkara mannagongdir.
Teir næstu dagarnar
- Bjóða okkara hjálp í samband við jarðarferð/ervi.
- Stovnurin er stongdur tá ið jarðarferðin er.
- Senda krans.
Komandi tíðina
- Starvsfólkini eru serliga tilvita um ta barni ið hevur mist.
- Heldur samband við heimið.
Um maki ella barn hjá einum starvsfólki doyr
Nú
- Leiðslan setir seg í samband við familjuna.
- Leiðslan kunnar familjuna um okkara mannagongdir.
- Leiðslan kunnar hini starvsfólkini um støðuna.
Teir næstu dagarnar
- Leiðsla og starvsfólk bjóða okkara hjálp í samband við jarðarferð/ervi.
- Senda krans
- Stovnurin er stongdur tá ið jarðarferðin er.
Komandi tíðina
- Tosa við starvsfólkið um støðuna, hvussu gongur o.a.
Hjúnarskilnaður
Nú
- Leiðslan skal hava boðini, og tosar síðani við starvsfólki á stovuni.
Teir næstu dagarnar
- Snakka við barni um støðuna tað er í, vera opin og erlig.
Komandi tíðina
- Starvsfólkini eru serliga tilvita yvirfyri viðkomandi barni.
- Kontaktfólkið er um barnið í mest møguligan mun og hevur samband við heimið.