Upplatingartíðir
Upplatingartíðir:
Lítlifløttur hevur opið frá kl. 7:30 – 17:00
Hálv tíð er frá kl. 7:30 til kl. 12:30 ella fullan dag aðruhvørja viku.
Vit ynskja at barnið er á stovninum áðrenn kl. 9:30 um ikki annað er avtalað. Tó koma børnini í frítíðarstovuni eftir lokna skúlatíð.
Um tørvur er á, at vit hava opið frá kl. 7:00 ella 7:15
Er tørvur á at barnið kemur í barnagarð ella vøggustovu, áðrenn vanliga upplatingartíð, tað er kl. 7:00 ella 7:15, skal boðast frá, á stovuni har barnið gongur dagin fy, brúk er fyri tí. Eisini kunnu tit boða frá, hjá leiðaranum, á tlf. 232747, í seinasta lagi kl 20:00 dagin fyri.
Í barnagarðinum er tað Liljustova er opin millum kl. 7:00 - 7:30 og í vøggustovuni er tað Túgvan sum er opin millum kl. 7:00 - 7:30.
Avtala kann bert gerast fyri eina viku í senn.
Um broytingar eru, og barnið ikki hevur tørv á at koma allíkavæl, eru somu fráboðanarskyldur, sum oman fyri nevndar.
Blívur barnið gerst sjúkt, seint um kvøldið(eftir kl. 22) ella um náttina, verður ringt til Liljustovu tlf. 232747 ella Túgvuna tlf. 232741 um morgunin og boða frá.
Er tørvur á at hava opið millum kl 17 og 18.
Um tørvur er á at barnið er longri enn vanliga tíð, skal hetta boðast frá, á stovuni har barnið gongur dagin fyri, brúk er fyri tí. Eisini kunnu tit boða frá, hjá leiðaranum, á tlf. 232747, í seinasta lagi kl 20:00 dagin fyri.
Børnini skulu tá heintast í Dáastovu