Kostnaður

Foreldragjøld

Goldið verður frammanundan, innan ein 10. í hvørjum mánaða.

  • Gjald fyri vøggustovubarn 0-3 ár heilan dag     kr. 2.400,00
  • Gjald fyri vøggustovubarn 0-3 ár hálvan dag    kr. 1.300,00
  • Gjald fyri barnagarðsbarn 3-7 ár heilan dag     kr. 1.950,00
  • Gjald fyri barnagarðsbarn 3-7 ár hálvan dag    kr. 1.050,00
  • Gjald fyri frítíðarstovubarn 1. og 2. flokk           kr. 1.150,00

 

Gjaldið broytist frá vøggustovugjaldið til barnagarðsgjald, 1. mánaðan eftir at barnið er 3 ár.

Gjaldið broytist frá barnagarðsgjaldið til frítíðarstovugjald, tá barnið fer í skúla.

Juli mánaður er gjaldfríur. Í frítiðarstovuni eru juli og august gjaldfríir

Frítíðarstovan er stongd tá skúlin er stongdur, tó kunnu børnini koma í barnagarðin fyri kr. 100 pr. dag.  

 

Systkinaavsláttur:

Frá 1. januar 2020 verður bert goldið fyri tvey børn á stovninum. Yngsta barnið rindar 100%, næsta 75% og triðja, fjórða o.s.fr. eru ókeypis.

 

Frípláss:

Møguleiki er at søkja um frípláss til barnið. Frípláss verður rokna eftir inntøkugrundarlagnum árið fyri ella um inntøkan broytist munandi í verandi ári. Umsøknarblað er at fáa hjá leiðaranum ella á heimasíðuni hjá Lítlafløtti og Sjóvar Kommunu.