Upptøkureglur
Upptøkureglur
gr. 1
Barnaansingin í Sjóvar kommunu er galdandi fyri børn í aldrinum 6 mánaðir til og við 2. flokk.
gr. 2
Foreldur, ið hava í hyggju at flyta til Sjóvar kommunu, kunnu skriva barnið á bíðilistan 6 mánaðir áðrenn flutt verður til kommununa. Ættleidd børn kunnu koma á bíðilistan tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst serstakt barn. Fyri at fáa stovnspláss, skal barnið og minst annað av foreldrunum verða skrásett búgvandi í Sjóvar kommunu.
gr. 3
Kommunan kann í serligum førum gera undantak frá gr. 1 og 2, har barnaverndarnevndin hevur givið sítt tilmæli. Tá verður skrivlig avtala gjørd við avvarandi kommunu, har barnið er búsitandi.
gr. 4
Børn við serligum tørvi koma framum á bíðilistanum í teimum førum har barnaverndarnevndin hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum.
gr. 5
Foreldur, sum flyta til kommununa, fáa tryggjað ansingarpláss til børn teirra frá fyrsta degi. Kommunan veitir endurgjald fyri vantandi ansing til tey foreldur, sum hava henda rættin.
gr. 6
Søkja foreldur um upptøku av barni teirra, hevur kommunan ikki loyvi at sýta teimum upptøku, um pláss er á stovninum.
gr. 7
Øll, sum søkja ansingarpláss, fáa skrivligt svar frá umsitingini við fráboðan um, nær umsóknin er móttikin, hvat nummar barnið er á bíðilistanum og nær barnið væntandi kann fáa pláss.
gr. 8
Tá pláss er tøkt, skal fyrsta barnið á bíðilistanum hava tilboð um ansingarpláss. Tó kann aldursbýti verða tillagað stovninum.
Bíðilistin er almennur.
gr. 9
Foreldur kunnu søkja um, at barnið fær farloyvi frá ansingarplássinum í upp til 1 ár í senn, við trygd fyri, at barnið fær ansingarpláss aftur í kommununi, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá ansingarplássinum í minsta lagi 6 mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá regluni um í minsta lagi 6 mánaðir. Foreldrini skulu boða kommununi frá í seinasta lagi ein mánaða, áðrenn pláss ynskist aftur.
gr. 10
Tá barnið gevst í ansing, skal skrivlig uppsøgn gevast innan ein mánaða, pr. ein 1. ella 15. í mánaðinum.
gr. 11
Foreldur kunnu kæra avgerði um upptøku til Trivnaðarnevndina í Sjóvar kommunu.
gr. 12
Avtala við aðra kommunu:
- heimstaðarkommunan hjá barninum rindar útreiðslurnar tilsvarandi Sjóvar kommunu.
- er avtala tíðaravmarkað, skal skrivlig avtala gerast kommununar millum.