Kunning

Ársfrágreiðing 2018

 

Stovurnar: Í dag eru 8 stovur á Lítlafløtti. 

vøggustovurnar:

Sóljustova                  13 børn

Liljustova                    14 børn

Áarstova                     11 børn

 

Barnagarðstovurnar:

Smærustova              17 børn

Mýristova                   19 børn

Dáastova                   16 børn

Snjósóljan                  12 børn (skúlabólkur)

 

Frítíðarstovan             23 børn

 

Barnagarðurin

Áarstova hevur øll árini verið eitt rørslu- og samlingsrúm á Lítlafløtti, men í august var barnatalið so høgt, at vit máttu gera Áarstovu til eina nýggja vøggustovu.  Snjósóljan heldur fram í bygdahúsinum til nýggjur bygningurin er klárur. Eisini broyttu vit bygnaðin soleiðis, at miðlingastovan bleiv ein barnagarðstova og at børnini nú ganga í vøggustovu til tey eru 3 ár.

Nú ongin Áarstova er eru umstøðurnar inni broyttar, tí nú er ikki líka góður møguleiki at rokast inni. Hetta kemur nokk at merkjast meira, nú veturin stendur fyri durðum. Vit spæla tí nógv úti í okkara deiliga garði.

Nógvar stovur hava deilt børnini í bólkar, har tey gera ymiskar aktivitetir. Fara túrar út í náttúruna og í nærumhvørvinum annars, gera ymiskt kreativt, málsligt, o.a.

Inni spæla børnini oftast tað tey sjálvi ynskja, vit leggja stóran dent á sosiala samspæli millum børnini. Til samling verða ofta tikin ymisk evni upp og tað verður nógv sungi.

Gjøgnum árið hava vit ymisk afturvendandi tiltøk

Jólavikan - páskavika - várvika - heystvika - garðdagur - ommu- og abbadagur - føstulávintshald o.a.

 

Frítíðarstovan:

Frítíðarstovan er opin seinnapartar, og verður annars tillaga tímatalvuni hjá 1. og 2. flokki. Frítíðarstovan fylgir frítíðarætlan skúlans. Starvsfólkini fara oman  í skúlanum eftir børnunum. Til dagligt, er spælið meira frítt og eru aktivitetirnir ymiskir, alt eftir hvat børnini hava hug til.

Afturvendandi tiltøk: Ítróttardagar, hjóldagar, vælverudagar, fiskitúrur og ymiskar útferðir

 

Skúlabólkur:

Tey elstu børnini í barnagarðinum, ganga í skúlabólk, sum er frá týsdag til fríggjadag kl. 10:00 – 11:30. Umframt starvsfólkini, eru eisini 2 lærarar tilknýttir skúlabólkin.

Tey arbeiða við ymiskum evnum: Hvør eri eg, Kroppurin, Handil, Fiskar o.a.

Afturvendandi tiltøk: spæla jólaleik, 112 dagur, lega, vitja flogvøllin, bovla, vitja skúlan o.a.

 

Betri vinir

Vit eru akkurtát farin í gongd við verkætlanina "Betri vinir"

Betri vinir er ein verkætlan ímóti happing og gleða vit okkum at samstarva við foreldrini um tað. Hetta hoyra vit meira um til foreldrafundin.

 

Útbygging av Lítlafløtti

Kommunan er nú við at koma á mál við at fyrireika útbyggingarætlanina fyri stovnin. Endaliga loysnin verður 3 vøggustovur, sum verða bygdar norðan fyri barnagarðin. Tekning er gjørd í samráð við Scandibyg, ein donsk fyritøka, sum byggir í modulum. Ætlanin er at bygningurin stendur klárur í seinasta lagi 1. august 2019

 

Ráðleggingardagar:

Várið 2018:  

Niklas Heri Jákupson hevði skeið um "Virðiligt samskifti og góða tænastu"

                                                                    

Heysti 2018:

Sára Henriksen hevði skeið um hvussu vit brúka tilfarið "Betri vinir" 

 

Strendur tann 25. oktober 2018                                     

 

Sóleyð Debes Joensen

Leiðari