Námsfrøðin fyri dagstovnin Lítlafløtt
- Fyri okkum starvsfólk og børnini á Lítlafløtti, ynskja vit, at stovnurin er hugnaligur og eitt gott stað at koma í við tryggum og føstum karmum.
- Vit vilja, at børnini skulu kenna, at vit eru har fyri tey. Børnini skulu møta vaksnum, sum vísa umsorgan, eru ansin og áhugaði. Tað gevur børnunum eina kenslu av tryggleika.
- Vit ynskja, at foreldrini skulu verða trygg við at lata børnini til okkara. Tá børnini merkja, at foreldrini eru trygg, ávirkar tað barnið á ein jaligan hátt, tí er umráðandi, at hava gott samstarv við foreldrini.
- Vit ynskja, at børnini skulu læra at vera sosial og vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum og læra at allar gerðir, bæði jaligar og neiligar, kunnu hava avleiðingar fyri seg og onnur.
- Vit vilja, at øll skulu verða vird fyri tað, tey eru og so vítt møguligt fáa sínar tørvir nøktaðar.
- Vit vilja geva børnunum mennandi upplivingar, bæði innandura og uttandura.