Dagstovnalógin

Dagstovnalógin

 

Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. apríl 2018 

§ 1. Løgtingslógin fevnir um virksemi á dagstovnum og dagrøktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu.

 

Endamál

§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

-          við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling,

-          at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði,

-          at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag,

-          at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt,

-          at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika,

-          í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

Stk. 2. 2) Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaðu námsfrøðiligu ábyrgdina av dagstovnaøkinum, og landsstýrismaðurin veitir kommununum yvirskipaða námsfrøðiliga vegleiðing og ráðgeving, sbr. § 3, stk. 3.

 

Dagstovnaráð 

§ 2 a. 2) Landsstýrismaðurin kann áleggja kommununum í felag innan nærri ásetta freist at seta á stovn eitt dagstovnaráð, sum skal veita kommunum og landi ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.

Stk. 2. Dagstovnaráðið kann ráða kommunum og landi til at seta í verk royndarvirksemi, menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi dagstovnaøkinum. Dagstovnaráðið kann eisini sjálvt taka mál upp.

Stk. 3. Í Dagstovnaráðnum eru nýggju umboð, sum verða vald soleiðis:

1)   Kommunufelagið velur trý umboð, av hesum minst eitt við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið, og eitt foreldraumboð,

2)   Mentamálaráðið velur eitt umboð við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið,

3)   Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya velur tvey umboð við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið,

4)   Føroya Pedagogfelag velur tvey umboð við námsfrøðiligari útbúgving og royndum innan dagstovnaøkið, og

5)   Javnstøðunevndin velur eitt umboð.

Stk. 4. Dagstovnaráðið skipar seg sjálvt og ger sjálvt sínar viðtøkur og sína fundarskipan.

Stk. 5. Umboðini verða vald fyri eitt trý ára tíðarskeið.

Stk. 6. Kommunufelagið er skrivstova Dagstovnaráðsins.

 

Uppgávur

§ 3. Kommunan kann geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært hesi lóg er vøggustova, barnagarður, frítíðarheim o.a. Dagrøkt sambært hesi lóg er ansing av børnum í heiminum og á spælistovum.

Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at dagstovnar kunnu hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum.

§ 4. Foreldur ella verji at børnum søkja um dagstovna- ella dagrøktarpláss í tí kommunu, har barnið er skrásett búgvandi. Kommunan kann tó loyva barni pláss, sum ikki er skrásett í kommununi.

Stk. 2. Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 5. 3) Børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, sambært § 3.

Stk. 2. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð.

Stk. 3. 2) Í ivamálum um tilboð skal veitast sambært hesi lóg, skal málið ávísast víðari til Almannaverkið, ið tekur avgerð.

 

Gjald

§ 6. Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.

Stk. 2. Húsaútreiðslur verða rindaðar av kommununi.

Stk. 3. Kommunan kann í samband við góðkenning av skipan sambært § 7, stk. 2, víkja frá gjaldsásetingini sambært hesi grein.

Stk. 4. 3) Serligar útreiðslur, ið standast av tilboðum sambært § 5, stk. 1 og 2, verða rindaðar av kommununi. Hesar útreiðslur ávirka ikki foreldragjaldið sambært stk. 1, 2. pkt.

4) § 6 a. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar sambært hesi lóg. Útreiðslur fyri fíggjarligt frípláss verða rindaðar av avvarðandi kommunum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fíggjarligt fríplásss aftaná at hava ráðført seg við kommunurnar.

 

Stovnan av dagstovni og dagrøkt

§ 7. Dagstovnar og dagrøktir kunnu stovnsetast av kommununi sbr. hesi løgtingslóg. Landsstýrismaðurin skal kunnast um stovnsetanina.

Stk. 2. Kommunan kann geva øðrum t.d. fyritøkum og stovnum loyvi til at stovnseta dagstovn treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar.

Stk. 3. Áðrenn stovnsetan av dagstovnum og dagrøktum skal kommunan hava góðkenning frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu.

§ 8. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin. Starvið skal lýsast leyst alment.

Stk. 2. 2) Í serligum førum kann kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum heimila kommununum í heilt serligum førum at geva varandi undantaksloyvi frá útbúgvingarkravinum.

Stk. 3. Kommunan setir onnur fólk í starv eftir tilmæli frá leiðaranum. Størvini skulu lýsast leys alment.

Stk 4. Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi.

§ 9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.

Stk. 3. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

Stk. 4. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini.

Stk. 5. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

 

Eftirlit

§ 10. Kommunurnar hava eftirlit við dagstovnum og dagrøktum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.

Stk. 3. Kommunan ella landsstýrismaðurin kann steðga virkseminum á einum dagstovni ella dagrøkt, um krøvini í lógini ikki verða hildin.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um eftirlit.

 

Kærumøguleiki

§ 11. 2) Fyrisitingarligar avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til landsstýrismannin. Tó ber ikki til kæra avgerðir í setanarmálum ella starvsfólkamálum fevndar av § 8, stk. 1 og 3.

Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur skrivliga fingið fráboðan um avgerðina.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá kærufreistini, um serligar umstøður gera seg galdandi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd.

 

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 12. Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juli 2000.

Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir, sum sett eru á stovn sambært § 32 í barnaforsorgarlógini, halda fram og verða rikin sambært hesi lóg.

 

 

Tórshavn, 10. mai 2000

 

Anfinn Kallsberg (sign.)

løgmaður