Reglugerð
Viðtøkur fyri foreldraráðið
Sambært løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, §3, verður foreldraráð valt.
§ 1. Endamál
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna við dagstovnin og skal arbeiða positivt fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommununa.
Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.
§ 2. Heiti
Foreldraráðið fyri Lítlafløtt.
§ 3. Foreldraráðslimir
Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn á stovninum, undantikin eru tó starvsfólk á stovninum.
§ 4. Atkvøðurættur
Foreldur ella verji hava eina atkvøðu hvør.
§ 5. Ráðið
Í foreldraráðnum skulu vera 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Allar eindir á stovninum skulu verða umboðaðar.
Ráðið skal vera umboða av foreldrum, sum hava børn á dagstovninum. Fer barn hjá ráðslimi av stovninum, tekur varalimur sæti í ráðnum.
Ráðið skipar seg sjálvt við formann, næstformanni og skrivara.
Skrivarin skrivar fundarfrásøgn í gerðabók, sum verður undirskrivað av ráðlimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.
§ 6. Fundir
Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin. Á fyrsta fundi verður avtalað, nær fundirnir skulu verða.
Umboð fyri foreldraráðið, stovnsleiðsluna og trivnaðarnevndina hava fundir við felags áhugamálum á einum av teimum føstu fundunum, minst tvær ferðir um árið.
§ 7. Foreldrafundur
Foreldrafundur er hægsti mynduleiki í øllum viðurskiftum ráðsins.
Foreldrafundur verður hildin á heysti hvørt ár, við hesi dagsskrá:
- Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farnað ári
- Frásøgn frá foreldraráðnum
- Val av limum og varalimum til foreldraráðið
- Viðgerð av innkomnum málum
- Ymiskt
Uppskot, sum skulu viðgerðast á foreldrafundi skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14 dagar fyri fundin.
Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.
Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.
§ 8. Samráðingar
Ráðið er lið millum foreldur, stovnleiðara, nevnd og kommununa.
§ 9. Ábyrd limanna
Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti, sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum.
Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldur.