Námsætlan

Námsætlan fyri dagstovnin  

januar 2019

 

Persónligir førleikar

Persónligir førleikar eru ein av grundarsteinunum undir menningini hjá tí einstaka barninum, og hava tí serliga stóran týdning í okkara námsfrøðiliga arbeiði. 

Vit hava her valt 3 hugtøk, ið vit meta hava serligan týdning fyri at stimbra tann persónliga førleikan. 

Sjálvsvirði

Vit vilja arbeiða við at styrkja/varðveita sjálvsvirðið hjá barninum. Sjálvsvirði snýr seg um - hvat haldi eg um meg sjálvan? Eri eg nóg góður sum eg eri, uttan at skula gera nakað?

Sjálvsálit

Vit vilja arbeiða við at styrkja/varðveita sjálvsálitið hjá barninum. Sjálvsálit snýr seg um - havi eg álit á mær sjálvum? Meti eg, at eg kann meistra uppgávur sum eg fari í holt við? Ella tori eg at fara í holt við ókendar uppgávur? 

Sjálvsfatan

Sjálvsvirði og sjálvsálit hava stóran týdning fyri hvussu barnið sær seg sjálvt, og við at styrkja hesi, førir tað við sær, at barnið kann menna eina jaliga sjálvsfatan. Sjálvsfatan snýr seg sostatt um, hvussu barnið sær seg sjálvt í mun til bæði sjálvsvirði og sjálválit, og tí ber ikki til at hava eina jaliga sjálvsfatan, um barnið bert hevur eitt gott sjálvsálit, men minni gott sjálvsvirði. Hesi hugtøkini hava stóran týdning fyri alla persónligu menningina, og vit leggja tí stóran dent á hesi í okkara námsfrøðiliga arbeiði, so at børnini fáa eina jaliga fatan av sær sjálvum, samstundis sum tey fáa áræði til at læra og mennast. 

Onnur hugtøk, ið eru tætt knýtt at hesum, so sum sjálvbjargni og samleiki, felagsskaps-kensla, hava eisini stóran týdning í arbeiðinum. Og hóast talan er um tann persónliga førleikan, er tað týdningarmikið at minnast til, at vit læra og mennast saman við øðrum. Tískil letur tað seg ikki gera at hyggja eftir hesum førleikanum einsamøllum, tí tann persónligi førleikin er neyvt tengdur at tí sosiala førleikanum. Eisini er neyðugt at hava aldur og menningarstøði hjá tí einstaka barninum í huga. 

 Okkara mál eru: 

  • At skapa eitt gott tilknýti til barnið, sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum.
  • At hvørt einstakt barn verður sætt/møtt hvønn dag.
  • At vit viðurkenna og virða barnið sum tað er, so tað fær eina kenslu av at vera væl
    eydna og tað kann vera við í øllum viðurskiftum á jøvnum føti við onnur.
  • At barnið lærir at skilja, handfara og seta orð á egnar kenslur. 
  • At barnið lærir at seta mørk og at vísa hvat tað vil og hvat tað ikki vil.
  • At barnið lærir at skilja mørkini hjá øðrum.
  • At barnið verður eggjað og fær áræði og dirvi til at fara undir nakað nýtt.
     

Hvussu røkka vit okkara málum:

  •  Vit leggja dent á at taka væl ímóti barninum, eygleiða tað ígjøgnum dagin og geva tí einstaka barninum ans.
  • Vit viðurkenna barnið, nevna tað við navni, lurta eftir tí og seta orð á, soleiðis at barnið følir, at tað er týdningarmikið.
  • At vit tosa vinarliga, og at vit saman við barninum finna hóskandi loysnir til at loysa ósemjur og ivamál.
  • Vit læra børnini at allar kenslur eru ok. At tað er í lagi at barnið vísir sínar kenslur, og vit hjálpa barninum at seta orð á sínar kenslur.
  • Vit mugu sum vaksin vera týðilig um hvat vit ynskja og hvar okkara mørk eru, so vit kunnu vera ein góð fyrimynd.
  • Við at læra børnini at siga frá, og harvið viðurkenna síni mørk.
  • Við at kenna síni egnu mørk, lærir barnið at viðurkenna mørkini hjá øðrum.
  • Vit læra børnini sjálvbjargni við at lata børnini gera alt tað sum tey duga sjálvi og geva teimum hjálp og vegleiðing við tí, tey ikki megna. Hetta er bæði tá ið tað kemur til samskifti við onnur og gerandisligar uppgávur.
  • Vit seta hóskandi krøv og avbjóðingar til barnið, so tað kann fáa eina kenslu av at eydnast, samstundis við at vit eggja barninum at royna nýggjar avbjóðingar t.d. hoppa band, tekna eina mynd, klintra, ymisk spøl, sangspøl, syngja og ymiskt annað.

 

Tað er umráðandi at samskifti við barnið fer fram við virðing, og at vit sum vaksin klára at rúma barnsins kenslur, viðurkenna tær og hjálpa teimum at seta orð á. 

 

Sosialir førleikar

Sosialir førleikar geva barninum møguleika at menna fatanina av sær sjálvum við at virka í felagsskapi saman við øðrum. Vit hava sum mál, at barnið mennist í samspæli við onnur. At øll verða virt, hoyrd og hava tolsemi yvirfyri hvørjum øðrum og verða harvið tilvitaði um kenslurnar hjá sær sjálvum og øðrum.

Spæl er sera týdningarmikið í sosialu menningini. Ígjøgnum spæl læra tey reglur fyri samskifti, eins og tey kunnu spæla seg ígjøgnum nakað tey hava upplivað, ella eru upptikin av. Í spæli læra tey at samstarva, samskifta og hjálpa hvørjum øðrum, og harvið skapa vinarbond.

okkara mál eru:

  •  At leggja dent á at tosa við barni.
  • At stuðla barninum í at skapa vinarbond og hvussu ein er partur av einum bólki.
  • At geva møguleikar fyri spæli.
  • At hjálpa og stuðla barninum í at læra spælireglur.
  • At hjálpa barninum at síggja tørvin hjá sær sjàlvum og øðrum.
  • At tey læra at skilja felags boð.
  • At læra barnið empati.
  • At barnið gerst sjálvstøðugt og hevur/fær gott sjálvsálit
  • At  skapa eitt jaligt umhvørvi har børnini trívast og mennast.
  • At skapa eitt umhvørvi, har pláss er fyri øllum og rúm er fyri ymiskleika.  

Hvussu røkka vit okkara málum:

  •  Við at vit í okkara arbeiði brúka ymisk pedagogisk amboð, so sum søgur, sang/sangspøl.
  • Við at tosa við børnini um ymiskleika og empati.
  • Við at vit hava samling, har børnini m.a. fáa møguleika fyri at traðka fram, eftir tørni, við at siga frá onkrum tey hava uppliva, meðan hini lurta.
  • Við at vit stuðla børnunum í spæli og vísa á møguleikar í samspælinum við hini.
  • Við at vit skapa góðar umstøður fyri, at børnini kunnu fáa tíð og frið til frítt spæl.
  • Við at vit hava aldurssvarandi spøl til børnini, sum m.a. eru við til at menna børnini í at bíða eftir tørni og fylgja spælireglurnar.

Eitt av høvuðsmálunum er, at barnið gerst sjálvstøðugt og lærir at verða partur av felagsskapinum.

  

Skapandi evni

Kreativitetur er ein týðandi partur av okkara arbeiði, og tað er umráðandi, at vit sum starvsfólk eru tilvitaði um tað. Skapanarhugurin er størstur, tá ið børnini eru trygg og trívast, og tað økir teirra áhuga og gleði við at skapa, tá ið tey sjálvi hava ávirkan á tað kreativa virksemi.

Miðað verður ímóti, at barnið fær so nógvar møguleikar og royndir sum gjørligt, soleiðis at tað sjálvstøðugt kan byggja víðari á grundina, sum bleiv løgd á okkara stovni.

Okkara mál eru:

  •  At kveikja forvitnið hjá barninum
  • At stimbra hugflogið hjá barninum
  • At eggja barninum til at skapa og gleðast
  • At vísa barninum á fjølbroyttar møguleikar at nýta síni skapandi evni, bæði í náttúruni og við ymiskum úr náttúruni, men eisini inni á stovninum, við øðrum tilfari.

 Hvussu røkka vit okkara málum: 

  •  Starvsfólkini eru íverksetandi, samstundis við at vit eisini kveikja og geva børnunum íblástur.
  • Starvsfólkini eru saman við barninum í tí kreativa virkseminum og stuðla og vegleiða í tann mun barnið hevur tørv á tí, ofta meira hjá teimum yngru børnunum. Hetta verður gjørt fyri, at tey kunnu síggja hvørjir møguleikar eru, samstundis sum tað eisini er umráðandi at tey sjálvi sleppa at royna seg.
  • Børnini fáa møguleika at royna fjøltáttaðan kreativitet.
  • Tilfar, so sum kreativar leikur, máling, pappír, lím o.a. skal vera lætt atkomuligt hjá teimum størru børnunum, so tey kunnu fara í gongd, tá tey fáa okkurt hugskot ·
  • Vit syngja, lesa søgur, rím og ramsur og spæla sjónleik.
  • Vit fara túrar í náttúruni, har børnini kunnu læra, hvat man kann taka við úr náttúruni, og hvussu tað kann brúkast á ein kreativan hátt.

Tað er eisini umráðandi at sjónliggera og dokumentera arbeiðið hjá børnunum, og tað gera vit m.a. við at sýna tað fram, sum tey gera. Taka myndir av tí sum tey gera, sum so verða lagdar út á heimasíðuna, so foreldur og børn, kunnu hyggja eftir og práta um tað heima. Børnini fáa eisini myndir í teirra egnu myndamappu. Hvør stova hevur eisini eina bók, har tað verður skrivað í hvønn dag, hvat børnini hava gjørt gjøgnum dagin, so foreldrini kunnu tosa við teirra barn um tað, tá ið tey koma heim. 

 

Heilsa og rørsla

Vit stimbra barninum heilsuliga og rørsluliga, við at nýta tær avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum. Vit hava góðar karmar til børnini at røra seg, bæði úti og inni.

Góðir møguleikar eru, hjá bæði hjá vøggustovu- og barnagarðsbørnum at mennast kropsliga og fáa aldursvarandi avbjóðingar.

Stovnurin hevur ein stóran og fjøllbroyttan garð. Í stóra garðinum hava vit tveir smærri garðar, har tey smærru børnini kunnu menna sína førleikar, soleiðis at tey kunnu gerast klár at koma í stóra garðin og royna tær rørsluavbjóðingar, sum har eru. Í garðinum er møguleiki  at spæla í ánni, at  súkkla, skreiða tá ið tað er kavi, spæla við mold og sand, Rusja, danda, ganga á ósløttum lendi, ganga á sløttum lendi. Vit hava eisini møguleika fyri at brúka bygdarhúsið til  skipaði og óskipaði spøl. 

Vit gera túrar í bygdini, har vit síggja m.a. hønur, dunnur, gæs, seyð og onnur djór.  Tey størru børnini fara túrar oman í fjøruna at fiska, kasta steinar, fanga krabbar og síggja tað sum har er. Hagin er beint uttanfyri garðin og fara vit eisini túrar niðan í hagan, har børnini hava møguleika at klatra á stórum steinum og ganga á ójøvnum lendi.

Inni hava vit Áarstovu sum rørslurúm. Har hava vit rimar, heingikoyggju, trampulin o.a. til rørslur og sansir. Eisini hava vit felags sangløtu í Áarstovu, har vit syngja og læra nýggjar sangir, rím og ramsir og hava sang/rørsluspøl.

Inni hava børnini møguleika fyri at hoppa á madrassum og bólta rút og hava ringar og stiga til at klatra í. Til tey smáu børnini hava vit stiga, har tey sjálvi kunnu fara upp á skiftiborðið og í vognin. 

Vit hava køkshjálp, sum ger heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag.

Okkara mál eru:

  •  At vit miða eftir, at børnini fáa møguleikar og avbjóðingar til at mennast á ein sunnan hátt, bæði kropsliga og rørsluliga.
  • At vit miða eftir at geva børnunum fjølbroyttan og heilsugóðan kost.
  • At vit hjálpa børnunum at menna sína kropsfatan.
  • At vit eru úti hvønn dag.
  • Eru tilvitaði um at góðar rørslur eru ein týdningarmikil partur av málsligu menningini.

Hvussu røkka vit okkara málum:

  • Við at geva nógvar og góðar møguleikar fyri rørslu, bæði inni, í garðinum og úti í náttúruni
  • Við at vit eru úti hvønn dag har børnini m.a. reiggja, súkkla, skreiða, klatra, eru í ánni, spæla við sand og eru á vøllinum.
  • Við at vit tosa nógv um kroppin og nevna kropslutir við navni.
  • Við at vit vísa á og stimbra barninum til at royna seg bæði fín- og grovrørsluliga
  • Við at vit eru aktiv saman við børnunum.
  • Við at børnini eru tilvitaði um heilsu og rørslu og eru trygg og trívast við avbjóðingarnar sum eru
  • Við a stimbra barninum at blíva sjálvstøðugt í spælinum
  • Tá børnini trívast og eru trygg við avbjóðingarnar sum eru, og vit síggja at tey spæla og eru í flow

Tað aktiva barni kennir kroppin, er í rørslu og hvílur seg eftir tørvi. Dámar væl at verða úti og dugir at nýta sansirnar og etur góðan og fjølbroyttan kost.

Tað er týdningarmikið fyri heilsuna, at barnið fær regluligan svøvn og hevur góðar kostvanar.

Tað er eisini týdningarmikið at børnini læra at hava gott reinføri, s.s. at vaska hendur áðrenn og eftir máltíðir, tá ið børnini hava verið úti, og tá ið ein hevur verið á wc.

 

Mál og samskifti

Fyri at kunna samskifta væl við onnur, er neyðugt at hava eitt gott mál. 

Samskifti er ikki bara talumál, men eisini kropsmál, skriftmál og myndamál. Fyri at barni skal hava gott sjálvsvirði og sjálvsálit er tad týdningamikið at barnið hevur gott talumál, so tad kann siga frá, hvat tað vil og eisini hevur tað týdning fyri sambandi vid onnur. Hetta gevur barninum atgongd til meira vitan og royndir. Tí hevur tað stóran týdning, at vit læra barni at seta orð á tað, sum tað upplivir í gerandisdegnum. 

Eitt barn við fjølbroyttum og nógvum orðum, er betri ført fyri at greiða frá og skilja hvat onnur vilja. Hetta vísir á, at tað er týdningarmikið hvussu vit samskifta við børnini, fyri at tey læra at lurta, tosa og spyrja. Tá tey duga hetta, eru tey eisini før fyri at seta orð á sínar kenslur, tankar og ætlanir.  

Okkara mál eru:

  • At barnið lærir at nýta og skilja bæði tad talaða málið og kropsmálið.
  • At barnið lærir hugtøk, rím og ramsur.
  • At barnið tosar týðiliga og dugir at málbera seg.
  • At barnið hevur bindindi at lurta eftir søgum og ævintýrum.
  • At barnið dugur at seta orð á kenslur, hugsanir og ætlanir.
  • At barnið ognar sær eitt ríkt og fjølbroytt føroyskt mál. 
  • At barnið lærir at samskifta, taka orðið, at lurta eftir øðrum og bíða eftir tørni.
  • At vit vaksnu nýta góðan málburð.

Hvussu røkka vit okkara málum:

  • Vit eru tilvitaði um at seta orð á, t.d. lutir, gerðir, kenslur og tankar.
  • Vit hjálpa børnunum at seta orð á, og geva teimum tíð og møguleika at greiða frá upplivingum o.ø. 
  • Vit brúka ítøkiligt mál, og arbeiða fram ímóti, at barnið skilur tað føroyska málið og dugur at nýta tað og at benda rætt.
  • Vit syngja, siga søgur, sagnir, rím og ramsur osfr. 
  • Vit seta orð á, tá ið børnini eru glað, ill, kedd, spent osfr. soleiðis at tey kunnu gerast tilvitaði um sínar egnu kenslur og kenslurnar hjá øðrum.
  • Vit nýta ymiskt námsfrøðiligt tilfar, sum t.d. spøl, har børnini læra at hugsavna seg, hugtøk, skap, bókstavir, litir, rútmur osfr.
  • Vit fara túrar í nærumhvørvinum, vit práta um tað vit síggja og uppliva. Tá vit eru komin aftur á stovnin, tosa vit eisini um upplivinganir hjá okkum.
  • Til samling tosa vit um árstíðir, mánaðir, dagar og veður. Eisini tosa vit um, hvat vit skulu í tá vit fara út og hvat fer at henda gjøgnum dagin. 

Sum amboð nýta vit eisini TRAS, (Tidlig Registrering Af Sprogudviklingen), sum hjálpir okkum við at verða bevíst um málsligu førleikarnar hjá barninum, og at stuðla uppundir  hvussu vit kunnu hjálpa, um barnið hevur tað trupult í samskiftinum.

 

Siðir og mentan 

Vit eru øll partur av eini mentan og verður mentan tískil eisini ein partur av okkara samleika. Mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á.

Ein týðandi partur av einum og hvørjum samfelag er tann mentanarligi arvurin. Tískil meta vit, at tað hevur stóran týdning, at børnini læra um Føroyska mentan og siðir.

Á stovninum luttaka børnini, alt eftir førimuni í teimum mentanartiltøkum, sum skipa verður fyri. 

Okkara mál eru:

  • At barnið lærir um føroyskar siðir og mentan
  • At barni lærir føroyskar sangir, rím og ramsur, kvæði o.l.
  • At barni kennir høgtíðirnar, merkisdagar og tjóðareyðkenni.
  • At barnið kennir nærumhvørvi.

 Hvussu røkka vit okkara málum:

  •  Við at vit eru tilvitaði um at greiða frá og tosa við børnini um okkara siðir og mentan, eins og vit vísa á ymisk tjóðareyðkenni.
  • Við at vit tosa um høgtíðir og merkisdagar. Lesa søgur og sagnir. Syngja sangir, sum hoyra hesum døgum, árstíðunum til. Syngja og læra børnini nýggjar sangir, rím og ramsir, kvæði, spæla sjónleik o.a.
  • Vitja í nærumhvørvinum og læra um staðarnøvn o.l.
  • Við at vit skipa fyri mentardøgum og fara til mentanarlig tiltøk.
  • Við at vit leggja dent á grækarismessu, flaggdag, føstulávint o.a.
  • Við at vit skipa fyri mentanarligum evnisvikum

Várvikan:

Vit seta epli niður, síggja lomb, síggja blomstur, fuglar, uppliva at vera á rættini til klipping o.a.

Jólavikan:

Hoyra jólaevangeliið, baka smákøkur, klippa jólaprýði, fáa vitjan av jólamanni, dansa jólatræ o.a.

Heystvika:

Fara á rættina, tá ið heystfjøllini verða gingin, eru við í fletting, eta mat sum kemur frá seyði, taka epli upp o.a.

Páskavikan:

Hoyra páskaboðskapin og syngja páskasangir, gera páskaprýði, mála egg, rulla egg o.a.

Onnur mentan:

Tað kemur eisini fyri, at børn frá øðrum mentanum, ganga á okkara stovni. Tá er tað sera umráðandi, at vit eru opin og forvitin at hoyra um teirra mentan, og eisini vísa á hvat eyðkennir hesa mentan.

  

Náttúran

Náttúran er næsti granni hjá barnagarðinum og hava vit tí góðar møguleikar fyri at geva børnunum upplivingar  í náttúruni og  at gera tey tilvitað um umhvørvið.

Náttúran er við til at menna barnið bæði kropsliga, mentalt og sansaliga. Føroyska veðurlagið er ógvuliga skiftandi og við at verða nógv úti, gevur tað børnum møguleika at merkja hita, kulda, sól, regn, kava, vind o.l.

Vit fara túrar í hagan, fjøruna og í nærumhvørvinum, har børnini, alt eftir hvat árstíðin er, kunnu síggja ymiskt, hoyra ymisk ljóð, merkja, smakka o.a. Vit  leggja okkum eisini eftir at læra børnini at vera góð við og virða náttúruna.

Spæliplássi hevur eisini nógvar náttúrupplivingar við sær. Vit hava eina á á økinum, berg sum børnini kunnu klatra í og ójavnt lendi har børnini kunnu spæla. 

Okkara mál eru:

  •  At skapa forvitni hjá børnunum fyri náttúrini.
  • At læra børnini at virða náttúruna og ikki at kasta rusk í náttúruna, men taka upp eftir okkum tá vit eru úti. 
  • At børnini verða ment í samspæli við náttúruna.
  • At læra børnini um plantur og djóralív og at hava virðring fyri hesum.
  • At vísa á hvussu ymiskt tilfar úr náttúruni kann nýtast
  • At vit leggja dent á árstíðirnar og gera ymiskt sum hoyrir til hvørja árstíð.
  • At børnini eru úti í næstan øllum veðrið .

Hvussu røkka vit okkara málum:

  •  Við at vit eru nógv úti í náttúrini, og harvið stimbra allar sansirnar: lukti -, føli -, sjón -, hoyri -, vestibuler -, húð -, og smakkisansin.
  • Við at vit fara túrar í hagan, har børnini, millum annað, síggja seyð, fuglar og onnur djór. Sansa tey ljóðini sum eru at hoyra í náttúruni. Klatra upp á stórar steinar, hoppa av steinum, yvirum veitir og  ganga á ósløttum lendi.
  • Við at vit gera túrar í bygdini, har vit síggja og geva dunnum, hønum og gæs breyðmolar, henta blómur o.a.
  • Við at vit fara oman í fjøruna at fiska, kasta steinar, fanga krabbar, lukta fjøruna og annars síggja tað sum har er.
  • Við at vit vísa á hvat eyðkennir ymiskar árstíðir. 

Um várið:

Seta vit eplir niður

Hyggja vit eftir smálombum og ungum av ymiskum slag.

Um summari:

Ganga vit túrar í náttúruni.

Heinta vit blómur, steinar o.a.

Um heysti:

Taka vit eplini uppaftur.

Fara vit á rættina.

Síggja vit bløðini følna og at náttúran skiftir lit. 

Um veturin:

Spæla vit úti í kavanum, regninum og vindinum. Merkja veðrið.

Síggja dagarnar styttast.