Søgan

Søgan um stovnin

Dagstovnurin Lítlifløttur lat upp 6. november 2006. Tá vóru tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Tað vísti seg tó skjótt, at stovnurin var ov lítil, og avgjørt var at byggja eina frítíðarstovu til 1. og 2. flokk omanfyri bygdahúsið. Frítíðarstovan lat upp fyrst í mai 2008.

Tíðliga í 2017 sást at stovnurin enn einaferð var ov lítil. Tí máttu vit finna eina fyribilsloysn til eftir summarferiuna. Avgjørt var, at tey elstu barnagarðsbørnini skuldu fara í bygdahúsið, har matstovan bleiv gjørd um til eina barnagarðsstovu. 

6. august 2018 opnaði ein vøggustova afturat. Hendan vøggustovan var í Áarstovu, sum upprunaliga var eitt felagsøkið fyri stovnin. Avgjørt var at útbyggja stovnin við 3 vøggustovum.

2. september 2019 blivu 3 nýggjar vøggustovur tiknar í brúk. Tær eru í einum bygningi fyri seg, norðan fyri barnagarðin.

Í august 2021, var aftur plásstrot. Tá opnaðu vit aftur fyri børnum í Áarstovu. Hesaferð var tað  skúlabólkurin sum hevði stovu har. Hesin bólkurin flutti yvir í frítíðarstovuna í 19. apríl 2022 og fingu vit bygdahúskjallaran uppí frítíðarstovuvirksemið.

Avgjørt var at byggja uppí frítíðarstovuna og hendan útbyggingin liðug á sumri 2023. 

Í dag eru 10 stovur tilknýttar stovnin, sum halda til í trimum bygningum.

  • Vøggustova, har 3 stovur eru.
  • Barnagarður, har 2 miðlingastovur og 3 barnagarðstovur er
  • Frítíðarstova, har skúlabólkur og 1. og 2. flokkur eru.

Barnagarður, vøggustova. frítíðarstova liggja sera væl fyri, í vøkrum og náttúruvinarligum umhvørvi. Vit hava ein fótbóltsvøll og bygdahúsið beint við og ein stóran spæligarð við alskyns menningarmøguleikum. Eina á at vassa og spæla í, berg at klintra í, reiggur, rusjubana, klatritorn, spælihús, veg at koyra/súkkla eftir o.a. Stutt til haga og fjøru, sum vit eisini brúka til spæl og menning.