Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt - farloyvisstarv
Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt - farloyvisstarv
Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum at byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.
Talan er um farloyvisstarv til 1. august 2025.
Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:
· at ráðgeva starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
· at gera námsfrøðiligar eygleiðingar av børnunum
· at gera menningarætlanir
· at menna TÍTT sum amboð á stovninum
· í samstarvi við stovnsleiðsluni at menna námsfrøðiliga tilboðið á stovninum
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvsetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, og er lønt á lønarstigi 19-26.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóleyð Debes Joensen, dagstovnaleiðara,
á tlf. 232747.
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo
Sambært løgtingslóg um barnaváttanir §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. mai 2024, kl. 12:00, og verður at senda til: litliflottur@sjovar.fo
Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur