30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
08.04.2023
Gleðiligar páskir
24. apríl 2020

Kunning til foreldur

Føroyar hava eins og restin av heiminum verið í eini serstøðu orsaka av korona.

Vit hava verið heima í nakrar vikur, sum landsins mynduleikarnir hava viðmalt. Á hendan hátt hava vit eisini gjørt okkara til, at korona ikki hevur vunnið. Takk fyri gott tol og samstarvsvilja.

Fyri at hendan góða gongdin skal halda áfram, hevur tað týdning at foreldur, børn og starvsfólk arbeiða saman.

Tað er ymiskt hvussu nógv børn og vaksin hava tosa um ”krona støðuna”  hesa tíðina, sum børnini hava verið heima. Børnini eru í ymiskum aldri, og tí er eisini ymiskt hvussu tey hava fingið við hvat gongur fyri seg.

Vit heita á tykkum sum foreldur/verjar, um at fyrireika barnið uppá, hvussu vit gera fyri at sleppa undan, at fáa koronasmittu, nú tað skal byrja á Lítlafløtti aftur.

Tosa við barnið um at vaska hendur, hosta og njósa í ermuna og at halda frástøðu.

Nógv er ørvísi enn tað plagdi at vera, tí heita vit á tykkum um at lesa kunningina niðanfyri um hvussu tit skulu fyrihalda tykkum

 

Fyrireiking til dagligdagin

  • Barnið skal møta á stovuni, har tað plagar at ganga, um ikki annað er avtalað. Minnist til at brúka inngongdina til stovuna.
  • Vøggustovan “Túgvan” brúkar inngongdina omanfyri. “Reiðrið” og “Rókin” brúka inngongdina niðanfyri.
  • Vit fara at verða nógv úti, tí heita vit á tykkum um at hava nóg mikið av skiftiklæðum við, eisini húgur, skógvar og stivlar. Skiftiklæðini skulu latast til starvsfólkið, sum tekur ímóti barninum.
  • Børnini mugu ikki hava leikur við heimanífrá.
  • Børnini skulu hava matpakka við.
  • Ongin døgurði verður fyribils.  

Tá tit  koma við og eftir barninum.

  • Tá tit koma við barninum, skulu tit siga farvæl uttanfyri úthurðina, har tað gongur, og tá tit koma eftir tí, skulu tit bíða uttanfyri hurðina. Vil barnið ikki siga farvæl uttanfyri kunnu tit koma inn í durin.
  • Tað er umráðandi at tit yvirhalda tíðirnar, sum tit hava ásett, so vit vita, nær vit kunnu vænta tykkum.
  • Bíði uttanfyri, um so er, at onnur foreldur eru í durinum, soleiðis at fleiri ikki savnast við inngongdirnar til stovnin.
  • Haldi frástøðu frá hinum, tá tit koma við ella eftir tykkara barnið.
  • Sama foreldur skal í mest møguligan mun koma við og eftir barninum.
  • Starvsfólkini á stovuni hjálpa til, soleiðis at tað ikki er neyðugt at foreldur/verji ella onnur, ið fylgja barninum, koma inn á stovnin.
  • Matpakkin verður latin í ein kassa ella eina kurv, sum er serliga ætlað til mateskju. Starvsfólkið setur mateskjurnar í køliskápið.
  • Sum heild skulu fólk ikki koma í fysiskt samband, tætt og langligt samband við onnur, taka í hondina á øðrum ella klemma onnur enn tey, sum tey búgva saman við.  

Vit heita á tykkum um at lesa vegleiðingina um stigvísa og varliga upplating av dagstovnum.

Hava tit spurningar ella ivamál kunnu tit ringja til:

Sóleyð Debes Joensen leiðara, á tlf. 232747

ella

Sigrid á Kinn Olsen varaleiðara, á tlf. 227960

 

Vit gleða at síggja tykkum aftur ????

Heilsan frá okkum á Lítlafløtti