Skúlabólkur

Lega í Leirvík, 16. mai 2024 :)

Nú fara vit á legu í leirvík. Vit eru soo spent :)) Vit fara m.a at vitja IRF og at bowla og eta. Annars fara vit at spæla spøl bæði inni og úti og so bara hugna okkum :)

Dagur 1: Vit stór hugna okkum í Leirvík. Vit hava spælt úti á vøllinum, sparka, dansa, krita og hoppa band. Síðan hava vit eti matpakka. Vit hava eisini verið og vitja IRF har Sissal, mamma Oluffu tók ímóti okkum. Tá vit vóru liðug hjá IRF fóru vit aftur í LÍF húsid, har vit hava óti bollar til miðmála. Síðan fóru vit oman í Bowling at bowla og eta. Tað var so stuttligt :) Áveg niðan aftur funnu vit eitt spælipláss.

Seinni spældu vit stólaspæl og lissukapping. Síðan fóru børnini í náttklæðir og løgdu seg undir dýnuna í meðan tey hugdu eftir Paw Patrol. Síðan fóru vit í song. Góða nátt :)

Dagur 2: Vit vaknaðu kl 07 - 08 í morgun. Børnini hava sovi væl, so tað var deiligt. Tá vit fóru upp fingu vit okkum morgun mat, síðan fóru vit út á vøllin at spæla ymisk spøl. Aftaná fóru vit inn at eta døgurða, frikkadellur og skrúvir. Hereftir fóru vit á skattaveiðu. Tad var sera stuttligt :) sídan fóru vit nidan aftur í LÍF húsid at pakka, tí so gekk leiðin heim aftur :) ein deilig lega!