Skúlabólkur

Vinarbólk við 5. Flokki - februar 2024

Vit hava havt vinarbólk við 5. Flokki við aðru ferð. Hesaferð fóru vit oman í skúlan, har børnini í 5. Flokki skipaðu fyri ymiskum spølum. Tey duga sera væl við okkara børnum. Eru fyrimyndarlig og umhugsin og royna at inndraga øll børnini, soleiðis at øll eru vid. ☺️ Vit gleða okkum til næstu ferð!