Skúlabólkur

Septembur 2023 - Undirvísing í málmenning

Hvønn mánadag hava børnini undirvísing í málmenning. Tað er Elisa sum undirvísur børnunum. Børnini læra um teir ymisku bókstavirnir - bæði hvussu teir ljóða og síggja út. Síðan sleppa børnini at royna at finna ymisk orð og at skriva í eina bók. Eisini spæla tey ymiskt málspøl :)

Fram til Jólar kemur lærarin niðan í skúlabólkin at undirvísa. Aftaná Jól fara børnini oman í skúlan saman við okkum starvsfólkum at hava undirvísing :)