06.12.2024
Jólahugni 10. Desember kl. 16
05.12.2024
Lítlifløttur stongur í dag 5. desember 2024
11.10.2024
Foreldrafundur 22. oktober 2024
09.06.2024
Lítlifløttur letur upp aftur týsdagin 11. juni
15.05.2024
Námsfrøðingar til Lítlafløtt
15.05.2024
Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt - farloyvisstarv
17. mars 2022

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur fyri foreldrum at børnum í Stranda skúla og á Lítlafløtti verður í bygdahúsinum á Strondum hóskvøldið 24. mars kl. 19.30.

 

Skráin fyri kvøldið:

Borgarstjórin, Artur Johansen, setur fundin.

Anja Clementsen, námsfrøðiligur ráðgevi í Runavíkar kommunu, kemur at greiða frá um trivnað og foreldrasamstarv.

Leiðslurnar í Stranda skúla og á Lítlafløtti fara hvør í sínum lagi at greiða frá, hvussu stovnarnir arbeiða við trivnaði.

Skúlastýrið og foreldraráðið á Lítlafløtti fara at greiða frá ymiska virkseminum á báðum stovnunum.

Drekkamuður verður at fáa.

Samanumtikið er hetta eitt sera spennandi kvøld við áhugaverdum boðskapi, sum øll foreldur kunnu fáa gagn og gleði av. Ynskiligt er, at øll børn eru umboðað av í minsta lagi einum vaksnum.

  

Sjóvar kommuna, Stranda skúli og Lítlifløttur