30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
08.04.2023
Gleðiligar páskir
31. mai 2021

Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt

Námsfrøðingar til dagstovnin Lítlafløtt

Søkt verður eftir:
 - fimm námsfrøðingum at arbeiða 30 – 40 tímar um vikuna.
 - tveimum námsfrøðingum at arbeiða 24 tímar um vikuna í frítíðarstovu.
 - einum námsfrøðingi at arbeiða 34 tímar um vikuna. Talan er um eitt farloyvisstarv frá 9. august 2021 til 31. juli 2022.
Søkt verður eisini eftir avloysarum.

 

Vit ynskja:
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið

Vit bjóða:
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Størvini verða sett 9. august 2021 ella eftir nærri avtalu.
Søkja námsfrøðingar ikki, kann hjálparfólk verða sett tíðaravmarkað.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á telefon 232747. Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. juni 2021, kl. 12:00 og sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

ella á teldupost litliflottur@sjovar.fo