22.04.2024
Stongt 25. og 26. Apríl 2024
30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
15. apríl 2020

Kunning um ansing á Lítlafløtti

Barnaansingin á Lítlafløtti hevur verið avmarkað síðani 13. mars. Barnagarðurin er tó í prinsippinum opin hvønn dag, og vit taka ímóti børnum. Øll tey, ið vilja hava ansing, fáa ansing.

Frá 20. apríl verða nýggjar reglur um ansing galdandi


Tað er gjørd ein innskrivingarskipan, sum foreldur skulu nýta til at boða frá, um barn/børn teirra koma á stovn fyri ta næstu vikuna. Fyri at gera hetta forsvarligt og eftir tilmælunum frá heilsumynduleikunum, heita vit á foreldur, sum ætla at barnið skal koma á stovnin, um at boða frá á hesi leinkjuni:https://litliflottur.fo/ansing-(vika-17)  

Fráboðanin skal vera fyri eina viku í senn, og fráboðast skal í seinasta lagi hósdagar kl. 12.00 vikuna frammanundan, so virksemið kann skipast á besta hátt. Hesa vikuna er freistin tó kl. 12.00 fríggjadagin 17. apríl .

Vísandi til at landsmyndugleikin mælir til eina varisliga upplating av samfelagnum, hevur kommunustýrið í Sjóvar kommunu avgjørt, at tey sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av ansingartilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna.

Dagsgjald fyri børn í vøggustovu:         120,00 kr.
Dagsgjald fyri børn í barnagarðsstovu: 100,00 kr.
Dagsgjald fyri børn í frítíðarskúla:           50,00 kr.


Systkinaavsláttur verður roknaður á sama hátt sum frammanundan

Hendan skipan er fyribils galdandi til nýggjar tilráðingar koma frá myndugleikunum.

Hava tit spurningar ella ivamál kunnu tit ringja til:

Sóleyð Debes Joensen, leiðara, tlf. 232747

Sigrid á Kinn Olsen, varaleiðara, tlf. 227960