06.12.2024
Jólahugni 10. Desember kl. 16
05.12.2024
Lítlifløttur stongur í dag 5. desember 2024
11.10.2024
Foreldrafundur 22. oktober 2024
09.06.2024
Lítlifløttur letur upp aftur týsdagin 11. juni
15.05.2024
Námsfrøðingar til Lítlafløtt
15.05.2024
Námsfrøðiligur ráðgevi til Lítlafløtt - farloyvisstarv
29. august 2019

Opið hús í nýggju vøggustovunum

Hósdagin 29. august kl. 16.30-18.30 verður opið hús í nýggju vøggustovunum á Lítlafløtti.

Borgarstjórin, Artur Johansen, bjóðar vælkomin kl. 16.30, og síðani fara børn úr Dáastovu at syngja nakrar sangir. 

Pole J. Hansen, formaður í trivnaðarnevndini, og Sóleyð D. Joensen, leiðari á Lítlafløtti, koma eisini at siga nøkur orð til løtuna.

Kaka, kaffi o.a. verður at fáa í stovunum og eisini verður okkurt til børnini. Ljóðið verður borið út í allan bygningin, so ikki verður trongligt, hóast fólk møta fjølment.

Nøvnini á nýggju vøggustovunum verða eisini avdúkaði til tiltakið.

Arbeiðið at gera nýggjar vøggustovur byrjaði fyrst í ár, so sigast má, at tey, ið hava verið knýtt at verkætlanini, hava arbeitt væl og skjótt. Seinasta hond verður í løtuni løgd á økið rundan um bygningin.

Mánadagin 2. september byrja fyrstu børnini í vøggustovunum.

Vit vóna at síggja nógv fólk til løtuna - øll eru hjartaliga vælkomin.