22.04.2024
Stongt 25. og 26. Apríl 2024
30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
30. mai 2018

Námsfrøðingar til dagstovnin Lítlafløtt  

Námsfrøðingar til dagstovnin Lítlafløtt

 

Søkt verður eftir:

- námsfrøðingum at arbeiða 30 - 40 tímar um vikuna

- 2 námsfrøðingum at arbeiða 24 tímar um vikuna í frítíðarstovu

- 1 námsfrøðingi til barn við serligum avbjóðingum 25 tímar um vikuna

- 1 námsfrøðingi til barn við serligum avbjóðingum 20 tímar um vikuna

 

Vit ynskja

- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum

- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur

- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og jalig/ur og at tær dámar væl at vera úti

- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum

- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið

 

Vit bjóða

- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir.

- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi

- eitt starv, har  trivnaður, umsorgan, nærvera og menning  eru í hásæti

  

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Størvini verða sett 6. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

Um ongir námsfrøðingar søkja, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

 

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara,

á tlf. 232747 ella Bjørg Olsen, varaleiðara, á tlf. 747929

 

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2018, kl. 12:00 og sendast til:

 

Dagstovnurin Lítlifløttur

Fløtuvegur 82

490  Strendur

ella www.litliflottur@sjovar.fo