Árliga heystvikan, har vit vísa á føroysku siðirnar, ið hava við heystið at gera. Vit vóru á rættini í Kolbeinagjógv, í veltuni, hugdu ímeðan tað bleiv flett, gjørdu blóðpylsu og ótu nýupptikin eplir og pylsu til døgurða.