Liljustova
Desembur 2022
Í Desembur mána gjørdust Treysti, Ida Vióla og Gilli 3 ár. Tillukku :). Hendan mánan hava vit eisini gjørt ymiskt kreativt og jólaligt. Vit hava havt jólaviku, har nógv ymiskt var á skránni, saman við hinum stovunum á stovninum. Vit hava eisini spælt nógv. Bygt lego, spælt mammubørn, borðspøl, fiska, perla og annað. Tann dagin vit skuldu eta jóla-døgurða, fingu vit vitjan. Vit sóu jólamennirnir í vindeyganum og tað hildu vit vera sera spennadi. So komu teir at vitja okkum, og góu okkum pakkar. Onkur sang ein sang fyri jólamonnunum eisini. So vóru vit so heldig í desemburmána, at kavin var í fleiri dagar, so vit hava sleða nógv.


















































