Dáastova
Heystvikan í myndum
29.08 vóru vit so heldig at sleppa í rættina í Kolbeinagjógv. Vit gingu upp um fjall ;) So vóru vit hjá Jallur og flettu. Seinni gjørdu vit blóðpylsu og vit vóru so røsk at eta blóðpylsu og eplir sum vit hava tikið upp ;) Eisini hava vit gjørt pynt burturúr bløðum, so heystligt ;)





























































































































































































































