Dáastova

Rørsla saman við Anleyg

Vit hava í 6 vikur, havt tvær námsfrøðilesandi, í praktik á Lítlafløtti. Anleyg var her hjá okkum, og vit, bæði børn og vaksin, vóru sera glað fyri hana og tað hon hevði at bjóða. Ein tíma um dagin skuldi tær hava rørslu saman við børninum, og hvønn hósdag høvdu vit møguleika at fara oman í fimleikahøllina í skúlanum. Alt hetta var sera stuttligt og mennandi fyri børnini. Teirra síðsta dag, skipaðu tær fyri postarenning í bygdahúsinum, og børnini fingu kakumann og saltstengur. Takk fyri tit báðar, 6 vikur ganga alt ov skjótt :)