Dáastova

Oktobur 2023

Í oktobur mánaða hava vit gjørt nógv ymiskt spennandi. Vit hava gingið túrar, og gjørt nógv ymiskt kreativt. Vit eru byrjaði uppá eitt stórt felags projekt, har vit gera eina stóra mynd við fokus á Føroyska mentan, har vit brúka nógv ymiskt tilfar, sum styrkja okkara fín og grov motorikk og sansa stimbran. Millum annað hava vit verið úti í náttúrini, at leita eftir tilfarið, tøvt, mála, klipt osv. Eisini eru vit í løtuni seeera áhugaði í bókstavum og tølum :) Vit hava eisini havt lesi-viku, sum var orduliga stuttligt og hugnaligt. Børnini kundu takað bøkur við heimanifrá at lesa, og 26/10 vóru vit á bókasavninum, sum var meeega stuttligt.