22.04.2024
Stongt 25. og 26. Apríl 2024
30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
13. august 2020

Tilmeldingarskipan á Lítlafløtti - fyribils í tvær vikur

Mánadagin 17. august 2020 letur Lítlifløttur uppaftur.

Sjóvar kommuna hevur avgjørt at fara aftur til skipanina við tilmelding, sum var í apríl, so at tey sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av ansingartilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna.
• Dagsgjald fyri børn í vøggustovu: 120,00 kr.
• Dagsgjald fyri børn í barnagarðsstovu: 100,00 kr.
• Dagsgjald fyri børn í frítíðarskúla: 50,00 kr.
Systkinaavsláttur verður roknaður á sama hátt sum frammanundan.

Heitt verður á foreldur og børn, sum hava verið uttanlands ella hava mistanka um, at tey kunnu vera smittað, um at vísa størsta varsami. Mælt verður til at kannað verður fyri koronu fyrsta og sætta dag, og at hava barnið heima inntil vísast kann á tvær negativar kanningar.

Foreldur sum ætla, at barnið skal koma á stovnin, skulu boða frá á hesi leinkjuni: https://litliflottur.fo/ansing

Fráboðast skal í seinasta lagi fríggjadagin 14. august kl. 18.00
Hendan skipan er fyribils galdandi í tvær vikur.

Hava tit spurningar ella eru ivamál kunnu tit ringja til:
Sóleyð Debes Joensen, leiðara, tlf. 232747
Sigrid á Kinn Olsen, varaleiðara, tlf. 227960