22.04.2024
Stongt 25. og 26. Apríl 2024
30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
05. oktober 2018

"Betri Vinir" verkætlan

Í dag 5. okt. 2018 byrja vit uppá verkætlanina "Betri vinir". Fyrrapartin høvdu vit vitjan av Bamsu, sum kom við klemmibamsum til børnini.

 

Um Betri vinir

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 3-6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.

Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barna- felagsskapin og fyribyrgja happing.

Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum:

Tolsemi - Virðing - Umsorgan - Dirvi. 

Besta amboðið ímóti happing og sosialari útihýsing er at stuðla børnum í tollyntum og positivum barnafelagsskapum.

Vaksin – foreldur, fakfólk og vaksin, sum í frítíðini arbeiða við børnum – hava avgerandi leiklut sum leiðvísarar og fyrimyndir, tá talan er um sosiala lívið hjá børnunum. Tey eru avgerandi í stríðnum at fyribyrgja happing. 

Tað snýr seg um miðvíst at uppbyggja og stuðla samanhaldinum millum børn gjøgnum spøl, undirvísing, venjing og sosialt virksemi. Samstundis er tað týdningarmikið at stuðla teimum í at siga frá, tá onkur útihýsir og argar.

Betri vinir er námsfrøðiligt tilfar til børn, fakfólk og foreldur, sum arbeiða við at styrkja barnafelagsskapin í vøggustovum, dagrøkt, barnagarðum og skúlum – og sostatt fyribyrgja happing.

Vónandi taka foreldur væl undir við verkætlanini