30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
08.04.2023
Gleðiligar páskir
11. desember 2017

Verkfall

Vísandi til sáttmálasamráðingarnar 2017, sum endaðu úrslitaleysar, vilja vit við hesum boða frá, at Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall, at koma í gildið týsdagin tann 12. desember 2017 kl. 07.00.

 

09.12.17 kl. 18.35 var semingsuppskotið vrakað av báðum pørtum.

 

Pedagogfelagið hevur tí lýst verkfall fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum umframt  allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum undir landinum.

 

Hetta kann koma at órógva gerandisdagin á stovninum. Ongir avloysarar verða settir inn, so vinarliga vísi tolsemi yvirfyri starvsfólkunum.