30.01.2024
Stongt 31. januar 2024
22.12.2023
Gleðilig jól
19.10.2023
Forrldrafundur 24. oktober kl. 19
04.06.2023
Grundlógardagur 5. Juni
22.05.2023
Garðdagurin fluttur til 7. juni 2023
08.04.2023
Gleðiligar páskir
21. august 2017

Snjósóljan letur upp

Í gjár var stóri dagurin tá størru barnagarðsbørnini byrjaðu í Snjósóljuni, sum heldur til í bygdahúsinum.

Vit eru í tí heldigu støðu, at nógv børn eru í kommununi, og tað merkir, at Lítlifløttur er ov lítil. Tí eru størru børnini flutt yvir í bygdahúsið meðan arbeitt verður við at finna eina aðra loysn. Tað er altíð stuttligt at sleppa at royna okkurt nýtt, og børn og vaksin vóru sera spent at byrja í nýggju stovuni, sum hevur fingið navið Snjósóljan.

Um Snjósóljuna

Leggurin uppbendur, snøggur. Øll bløðini snøgg, blonk, sevjumikil. Bikarbløðini við nógvum reyðbrúnum hárum, krúnubløðini hvít, men rodna við aldrinum.

Smáfruktirnar nøtir við stuttum nevi. Blómar í mai-juli. Veksur í eyrjørð ella í mosa í fjøllunum. Mest í Streymoy og Eysturoy. Er ikki funnin niðan fyri 300 m. hædd.

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu er verji hjá Snjósóljuni.

Kelda: sjovarkommuna.fo