Dáastova

Børnini í bólkum

Vit hava valt at býta børnini í bólkar, tí vit meta at hetta er ein góður møguleiki hjá børnum og vaksnum at læra hvønn annan, enn betur at kenna. Børnini fáa betri tíð og pláss at hugsavna seg um evni og aktivitetin. Tá bólkurin hevur málmenning, hava vit valt eina bók, sum allir bólkarnir lesa. Vit brúka dialogiska lesing. Vit arbeiða víðari við bókini, tá bólkarnir hava ítriv. Eftir tvær ella tríggjar vikur, skifta vit evni/bók. Stórur dentur verður lagdur á at vera úti. Útilív mennir forvitnið hjá børnunum fyri náttúruni, og er við til at geva børnunum eina viðábyrgd fyri umhvørvinum. Vit leggja eisini stóran dent á, at børnini vera stimbra rørslusliga, tá vit eru túr. Vit broyta samansetingina av bólkinum av og á, og starvsfólkini skiftast eisini um at hava teir ymsu bólkarnar. Vit hava bólkar týsdag kl 10, hósdag kl 10.30 og fríggjadag kl 10. Evni hesa vikurnar er bókin "Pláss fyri mær"