Túgvan

Várvikan 2023

Várvika í Túgvuni: Vit hava verið túr og hugt eftir dunnum, hønum, lombum og ær, og eisini sóu vit ein veðr. Vit hentaðu summardáar, bløð og gras, sum vit brúktu til eina várliga mynd ;-) Ein dag plantaðu vit purruleyk og persillu, - tey vóru so hugagóð og fitt. Mikudag fingu vit vitjan av 3 heilt lítlum fittum høsnarungum. Sólja í Reiðrinum eigur teir. Ein góð og hugnalig vika;-)