Frágreiðing 2019

Ársfrágreiðing

Hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at byggja nýggjar vøggustovur.

Fyrst í maj komu modulini til nýggju vøggustovurnar til landið. Øll fyrireiking til undirlendi, var gjørt liðugt áðrenn modulini komu, so tey blivu sett upp beinanvegin. Arbeiðið gekk væl og kundu vit flyta inn 1. september 2019. Hølini rigga væl og trívast vaksin og børn sera væl.

Vøggustovurnar fingu nøvnini, Túgvan, Reiðrið og Rókin.

Spæligarðurin og vognaskýlið verður væntandi liðug heilt skjótt.

Við nýggju vøggustovunum broyttist umstøðurnar í høvuðsbygninginum nógv.

Áarstova er nú aftur rørslu- og samlingsrúm og eru børnini sera væl nøgd við at sleppa inn aftur har at rokast.  Skúlabólkurin sum hevur hildið til  í bygdahúsinum í tvey ár, er nú í barnagarðinum.

Vit valdu at broyta bygnaðin á stovninum, soleiðis at í Dáastovu er skúlabólkur, Mýristova og Smærustova eru barnagarðstovur og Sóljustova og Liljustova eru miðlingastovur.

Vit spæla nógv úti í okkara deiliga garði. Fara túrar út í náttúruna og í nærumhvørvinum annars, gera ymiskt kreativt, røslu, málsligt, o.a.

Vit brúka bygdahúsið til skipaði rørsluspøl og samansjóving, har børnini eru bólkaði í árgangir. Hetta hava vit valt at gera, fyri at børnini, sum ganga á ymiskum stovum, kunnu læra hvønn annan betur at kenna.

Inni spæla børnini oftast tað tey sjálvi ynskja. Vit leggja stóran dent á sosiala samspæli millum børnini. Til samling verða ofta tikin ymisk evni upp og tað verður nógv sungi.

Frítíðarstovan er opin seinnapartar, og verður annars tillaga tímatalvuni hjá 1. og 2. flokki. Frítíðarstovan fylgir frítíðarætlan skúlans. Starvsfólkini ganga oman  í skúlan eftir børnunum. Til dagligt, er spælið meira frítt og eru aktivitetirnir ymiskir, alt eftir hvat børnini hava hug til. Bygdahúsið verður eisini nógv brúkt til spæl.

Tey elstu børnini í barnagarðinum, ganga í skúlabólk, sum er hvønn fyrrapart. Umframt starvsfólkini á stovuni, eru eisini 2 lærarar tilknýttir skúlabólkin. Til dagligt verður arbeitt við talfatan, leikur og læra, kreativt, rørsla og svimjing.

Á stovninum arbeiða vit við verkætlanini "Betri vinir", sum er ein verkætlan ímóti happing. Ymisk evnir og støður verða tiknar upp í samling og vísa vit annars í dagligdegnum á hvussu vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum.

Betri vinir arbeiðir út frá 4 virðum, sum eru: Tolsemi, umsorgan, virðing og dirvi.

Afturvendandi tiltøk á stovninum eru, jólavikan, páskavika, várvika, heystvika, garðdagur, føstulávintshald og ommu- og abbadagur verður væntandi aftur í vár.

Í heyst høvdu vit sum nakað nýtt lesiviku.

Á ráðleggingardegnum í vár, var fyrstuhjálparskeið.

Í heyst høvdu vit hugarák og planlegging av komandi tiltøkum fyrrapartin og vóru starvsfólkaútferð seinnapartin. Lesivikan er sprottin úr hesum hugarákinum og koma vit eisini at hava onnur tiltøk framyvir

 

Í dag eru 9 stovur á Lítlafløtti.

 

Vøggustovurnar:Túgvan, Reiðrið og Rókin                           

Miðlingastovurnar: Sóljustova og Liljustova                   

Barnagarðstovurnar: Smærustova og Mýristova                    

Skúlabólkurin: Dáastova 

 Frítíðarstovan

 

Strendur tann 12. november 2019                                                  

 

Sóleyð Debes Joensen

Leiðari